Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturríki, Ísrael og Ísland mótstøðulið í Silver League
Eysturríki, Ísrael og Ísland mótstøðulið í Silver League
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum skal spæla ímóti Eysturríki, Ísrael og Íslandi í Silver League-kappingini hjá evropeisku flogbóltssamgonguni næsta ár
Mynd: Flogbóltssamband Føroya
13.12.2023 - 13:27
Eysturríki, Ísrael og Ísland komu úr hattinum saman við Føroyum, tá lutakast var til Silver League-flogbóltskappingin hjá evropeisku flogbóltssamgonguni, CEV.
Dystirnir verða spældir í trimum umførum í mai og juni næsta ár, skrivar Flogbóltssambandið.
Føroyar spæla ímóti Íslandi og Ísrael í Íslandi 17. - 19. mai, síðan verða Føroyar vertir fyri 2. umfari, tá Eysturríki og Ísland koma á vitjan 24. - 26 mai, áðrenn føroyingarnir spæla ímóti Eysturríki og Ísrael í Eysturríki 7. - 9. juni.
Tvey tey fremstu liðini í bólkinum spæla síðan finalu um uppflyting til Golden League, sum er hægsta deildin í Evropa League hjá CEV.
Føroyar liggja nummar 36 á evropeiska styrkilistanum, ímillum Ísland (38) og Ísrael (34), meðan Eysturríki er á 29. plássi.
Flogbóltskvinnurnar fáa sterka mótstøðu
Lutur hevur eisini verið kastaður um, hvussu spælast skal hjá føroysku flogbóltskvinnunum.
Tær hava seks mótstøðulið í Silver League. Føroyar byrja í Montenegro ímóti Montenegro og Georgia, sum føroysku kvinnurnar vunnu á fyrr í ár. Annað umfar verður í Luksemburg ímóti vertunum og Ungarn, áðrenn triðja og seinasta umfar er á skránni í Føroyum, tá Bosnia og Hersegovina og Finnland koma á vitjan 7. - 9. juni.
Sambært Flogbóltssambandinum eru bestu møguleikarnir at fáa góð úrslit í dystunum ímóti Georgia og Luksemburg.
Føroysku flogbóltskvinnurnar vunnu á Georgia, men taptu fyri Montenegro og Portugal í Silver League í fjør. MYND: CEV.eu
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV