Ferðsluóhapp í Søldafirði

Ferðsluóhapp í Søldafirði
Ein bilur var farin á glið í hálkuni og rendi á ein lyktapela.
 
03.12.2023 - 09:59

Í gjár umleið kl 10 var eitt ferðsluóhapp í Søldarfirði. Ein bilur var farin á glið í hálkuni og rendi á ein lyktapela. Eingin mannskaði stóðst av óhappinum, men meira materiellur skaði. 

Eisini í Havn var ein bilur farin á glið í gjár og fór útav eftir lið. Hetta í Varðagøtu umleið klokkan 17 seinnapartin. 

Í nátt hevur løgreglan havt tvær hendingar við fullum fólkum. Talan var um fólk, vóru farin til hendurs. Tó stóðst ikki meira burtur úr hesum. 

Løgreglan arbeiðir við einum máli um harðskap, sum varð framdur í einum bústaði í Eysturoynni í nátt. Fráboðanin kom um 4-tíðina í nátt. Løgreglan arbeiðir við málinum og fær tí ikki sagt meira í løtuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Týsdag 15. oktober
Mono - Føroysk táttayrking (1:5)
182095
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907