Rindaði helvtina av endurgjaldinum, áðrenn málið kom í rættin

Rindaði helvtina av endurgjaldinum, áðrenn málið kom í rættin
Landsverk fekk bót í Føroya rætti, men Landsrætturin frídømdi Landsverk
Landsverk var dømt at rinda 20.000 kr. í sekt fyri brot á umhvørvisverndarlógina, men Landsrætturin frídømdi Landsverk. (Savnsmynd)
 
30.11.2023 - 11:04

Landsverk skuldi rinda Tvøroyrar kommunu 163.625 krónur í endurgjaldi fyri at hava dálkað í Froðba í 2018, tá 1800 litrar av flúgvarabensini fóru út í lendið.

Hóast Landsverk noktaði seg sekan, rindaði Landsverk longu helvtina av endurgjaldinum, áðrenn málið kom í Føroya rætt.

Men nú hevur Eystari landsrættur frídømt Landsverk.

Føroya rættur staðfesti annars í januar í ár, at Landsverk hevði ábyrgdina, tá lendið við tyrlupallin í Froðba var dálkað eina januarnátt í 2018.

Landsverk var dømt at rinda 20.000 kr. í sekt fyri brot á umhvørvisverndarlógina.

Orsøkin til, at Eystari landsrættur frídømdi Landsverk, er tann, at Landsverk ikki var ákært fyri tað, sum Føroya rættur dømdi Landsverk fyri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008