Tekur við starvinum 1. november

Tekur við starvinum 1. november
Steintóra Gleðiheygg Joensen er nýggjur sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur.
 
06.10.2023 - 10:12

Kirkjuráðini i Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi innstillaðu Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum sóknarprest í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju, upplýsir Fólkakirkjan.fo

Landsstýriskvinnan í Almanna- og entamálaráðnum, Sirið Stenberg, hevur tilnevnt Steintóru sóknarprest í Suðurstreymoy.

Steintóra Gleðiheygg Joensen var prestvígd í apríl 2021, tá hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir.

Síðani tá hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir har hava verið í hvør sínum barnsburðarfarloyvi. 

Steintóra Gleðiheygg Joensen byrjar í nýggja embætinum tann 1. november, skrivar Fólkakirkjan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389