25 minuttir við Eyðuni Johannessen, sála

25 minuttir við Eyðuni Johannessen, sála
Í 2018 hitti Suni Merkistein Eyðun Johannessen, sála, í sendirøðini "25 minuttir" í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Eyðuni
05.09.2023 - 12:50

Sunnukvøldið andaðist kendi sjónleikari og leikstjórin, Eyðun Johannessen, 85 ára gamal. 

 

Í sambandi við, at Eyðun Johannessen í 2018 fylti 80 ár, so hitti Suni Merkistein, journalistur, Eyðun í sendirøðini "25 minuttir".

Eyðun Johannessen var eisini um hetta mundið í holt við at leggja seinastu hond á bókaverkið "Míni søgupetti" um ævisøgu sína, sum Sprotin gav út í samband við føðingardagin.

Eyðun Johannessen, sáli, var fyrsti útbúni føroyski sjónleikarin.

Hann var í meira enn hálva øld ein sera virkin leikstjóri í Føroyum og Danmark og øðrum londum við. 

Hann setti fleiri enn 200 leikir upp, eitt nú Kongliga leikhúsinum í Keypmannahavn, og var ein av stórvirknastu leikstjórum í danskari teatursøgu.

Eyðun breyt upp úr nýggjum í føroyskari leiklist í 60- og 70-árunum.

Hann skipaði eisini fyri mongum leikum í føroyska útvarpinum, ikki minst í Barnaútvarpinum. Hvør minnist ikki "Fólk og dólgar í Kardumummubýi" og "Dýrini í Valbakkaskóginum"?

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183970
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825