Ætla at lata tunnilin upp fyri ferðslu hálvan desember

Ætla at lata tunnilin upp fyri ferðslu hálvan desember
Bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan hava hildið, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum
Nú líður so mikið væl við arbeiðnum upp á Sandoyartunnilin, at ætlanin er, at hann skal lata upp fyri almennari ferðslu hálvan desember.
 
30.08.2023 - 10:31

Gongst sum ætlað, verður koyrandi í Sandoyartunlinum umleið hálvan desember. 

- Tað er í hvussu er málið, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum.

Hann sigur, at arbeiðið hevur gingið væl, hóast avbjóðingar hava verið við tilfarinum, sum er borað ígjøgnum.

 

Teitur Samuelsen er stjóri í tunnilsfelagnum.

 

Felags fígging

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin hava felags fígging, og teir kosta góðar 2,6 milliardir krónur tilsamans. 

Eins og tíðarætlanin, so heldur eisini kostnaðarætlanin fyri bæði Eystur- og Sandoyartunlar, sum hava felags fígging.

Kostnaðurin at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin verður tann sami sum ígjøgnum Eysturoyartunnilin, 75 krónur hvønn vegin.

Sí innslag í Degi og Viku:

 

20230829_SANDOYARTUNNILIN_LIDUGUR_TIL_TIDINA

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV