- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Skippy" fingið eina flúgvandi byrjan í Bundesliguni
Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Navnið er langt og eitt sindur kringlut at siga, sjálvt hjá okkum føroyingum.
Í týska stórfelagnum THW Kiel, sum er nýggja felagið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, hava tey bara gjørt bart og givið Eliasi kelinavnið "Skippy".
Og tað hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu góðtikið, í øllum førum sambært svenska liðfelagnum hjá Eliasi í THW Kiel, Eric Johansson.
"Nú kalla vit hann bara Skippy. Veitst tú, um tað í lagi, at vit kalla hann Skippy?" spurdi tíðindakvinnan frá stroymingtænastuni Dyn Media fólkaliga Eric Johansson, tá hon umrøddi Elias Ellefsen á Skipagøtu sum "Skippy" í samrøðu við svensku stjørnuna eftir sigurin móti HBW Balingen-Weilstetten sunnudagin.
"Jú, tað er í lagi," staðfesti svenska stjørna hjá THW Kiel.
"Veist tú, at tað er í lagi, ella heldur tú, at tað er í lagi?" var tíðindakvinnan skjóta at spyrja uppaftur.
"Eg veit, at tað er í lagi," vissaði Eric Johansson hana um, skilt sum, at Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði góðtikið kelinavnið.
Sjey mál í fyrsta Bundesligadystinum
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur annars fingið eina flúgvandi byrjan í bestu týsku hondbóltsdeildini, Bundesliguni.
Fyrsta steypið kom longu í hús, tá THW Kiel í síðstu viku vann stórsteypa dystin móti Rhein-Neckar Löwen.
Og í fyrsta Bundesligadystinum móti HBW Balingen-Weilstetten sunnudagin, sum THW Kile vann sannførandi 36-25, sjeyt Elias Ellefsen á Skipagøtu sjey mál.
Yvirhøvur smæðist Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki burtur í týska stórfelagnum, hóast tað sæst á øllum brøgdum, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er farin eina, tvær ella kanska tríggjar deildir upp eftir evropiska hondbóltsstiganum, við skiftinum frá bestu svensku hondbóltsdeildini til hondbólts-Bundesliguna.
Elias er komin í rættiligar mannfólkahendur í bestu týsku deildini, sum verður roknað sum heimsins besta hondbóltsdeild.
Alt er bara størri, sterkari, tyngri og betri í Bundesliguni, og dómararnir í Bundesliguni loyva eisini kropsliga harðari spæli enn aðrastaðni.
Venjarin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel, hin heimskendi kekkin Filip Jischa, sum hevur spælt við bæði THW Kiel og FC Barcelona, og sjálvur vunnið Chamipons Leagu fýra ferðir sum spælari og venjari, hevur eisini nógv rósandi orð at bera nýggja føroyska spælskiparanum.
Í samrøðu við heimasíðuna EHF Champions League sigur hann.
"Lítli Elias er eitt flogvit: Ein ungur, ótamdur spælari, sum hevur nakað eyka. Men nú mugu vit bíða og vita, hvussu hann finnur seg til sættis saman við seks øðrum heimsklassa spælarum. Hann skal liva upp til somu krøvini sum teir, og tað er nakað nýtt fyri hann," sigur Filip Jischa, THW Kiel-venjarin.
Elias Ellefsen "Skippy" á Skipagøtu er eisini fegin um rósandi orðini frá venjaranum.
"Tað er sjálvand deiligt at fáa rós. Sum smádrongur, droymdi eg um at spæla í einari av bestu deildunum og í Chamipions League. Nú er tann dreymurin gingin út, so hetta fetið er nakað serligt fyri meg. Nú vóni eg, at tað verður bæði stuttligt og gevandi at spæla í bæði Bundesliguni og Champions League," sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu í samrøðuni við EHF Champions League.
Sí bestu bitarnir frá dystinum móti HBW Balingen-Weilstetten sunnudagin.