- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sámal Hansen heldur fram sum formaður
Sámal Hansen heldur fram sum formaður
Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum Laila Rólantsson, skrivari, Sámal Hansen, formaður, Claus Højgaard nevndarlimur, Eystan Elisson, peningarøkil, Leif Vestergaard Hansen, tiltakslimur, og Friðrika Mortensen Kristiansen, tiltakslimur
18.08.2023 - 12:30
Sámal Hansen heldur fram sum formaður í Hjálparfólkafelagnum, nú nevndin hevur skipað seg.
Laila Rólantsson er skrivari, Eystan Elisson peningarøkil og Claus Højgaard nevndarlimur.
Tiltakslimir eru Friðrika Mortensen Kristiansen og Leif Vestergaard Hansen.
Hjálparfólkafelagið var stovnað í 2018, tí hjálparfólk í dagsstovnum vóru misnøgd við lønarsamráðingarnar hjá Pedagogfelagnum.
Gloppið millum pedagogar og hjálparfólk á endastigi vaks, søgdu tey.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV