- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósannlíkt at Golfstreymurin hvørvur í bræði
Ósannlíkt at Golfstreymurin hvørvur í bræði
Einki bendir á, at Golfstreymurin nú viknar, men tað er bara ein spurningur um tíð, um vit ikki taka veðurlagsbroytinganar í álvara, sigur havfrøðingur
31.07.2023 - 19:58
Á Havstovuni hava tey gjørt mátingar av ymsum greinum av streyminum við Føroyar í meira enn 25 ár. Tey síggja ikki, at streymurin er víknaður, sigur Karin M.H. Larsen.
Einki bendir á, at Golfstreymurin hvørvur í bræði, sigur havfrøðingur á Havstovuni í sambandi við at ein donsk kanning í farnu viku kunngjørdi, at sannlíkindini fyri, at streymarnir - teirra millum Golfstreymurin - fara at hvørva, eru nógv størri enn fyrr hildið.
Tað sæst ikki, at streymurin er viknaður, men aðrar broytingar eru sæddar. Sannlíkt er eisini, at Golfstreymurin viknar, um vit ikki taka veðurlagsbroytinganar í álvara.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV