- Tíðindi, mentan og ítróttur
Silvur og tvær á All Star-liðið
Silvur og tvær á All Star-liðið
Føroysku U19-kvinnurnar vunnu seinnapartin silvur í EHF Championship-kappingini í Litava, eftir tap við 11 málum fyri Spania.
16.07.2023 - 16:59
Og harafturat vórðu tvær teirra millum spælararnar, ið komu á All Star-liðið.
Tað vóru Bjørk Franksdóttir Joensen sum besti høgri bakkur og Karin Egholm sum besti høgri vongur.
Spania var ov sterk mótstøða í finaluni og vann 34-23, eftir at hava verið á odda 18-12 í hálvleikinum.
Føroyska byrjanin var annars góð, og Føroyar vóru á odda 5-3, tá ið fyrstu tíggju minuttirnir vóru spældir.
Men so tók Spania eftir lítlari løtu fullkomiliga yvir, og vann at enda sannførandi.
Maria Pálsdóttir Nólsoy var kosin besti føroyski spælarin í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV