- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya Tele er meldað til løgregluna
Føroya Tele hevur bortið kappingarlógina, og brotið er so álvarsligt, at málið er vorðið eitt mál fyri løgregluna. Tað staðfesta bæði Kappingareftirlitið og Føroya Kærustovnur.
Føroya Tele skal hava brotið grein 11 í kappingarlógini, sum sigur, at ein fyritøka IKKI má misnýta sína ráðandi marknaðarstøðu. Og bótin fyri hetta brotið, hon kann vera stór.
Tað var flaggdagin í 2018, at Føroya Tele gjørdi av, at tey skuldu forða fyri, at viðiskifafólk tóku av tilboðnum frá NEMA um datarull, soleiðis at tey kundu flyta óbrúkt data til næsta mánað.
Amboðið hjá Føroya Tele var at lat øllum eina gávu uppá 100 GByte ókeypis. Men hetta var ólógligt. Tað hevur Kærustovnurin endaliga staðfest í dag, eftir at Føroya Tele fyrr í ár kærdi avgerðina hjá Kappingareftirlitinum.
Kærustovnurin vil onki siga um málið, men á Kappingareftirlitinum eru tey fegin um, at hava fingið viðhald.
Hetta er altso eitt mál, har tann stóri á marknaðinum hevur misnýtt sína støðu at knúlva eitt minni part á marknaðinum, og tað er ikki loyvt.
Føroya Tele hevur nú møguleika at kæra málið inn fyri Føroya Rætt innan átta vikur. Annars koyrir málið víðari sum eitt mál hjá ákæruvaldinum.