- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhvørvislóg forðar grønum orkuskifti
Meiningi er, at hetta skal vera Føroya størsta battarí. Eitt battarí, sum kann veita øllum Føroyum el í tvey samdøgur.
Men pumpuskipanin í Vestmanna er nú í vanda, tí samlaða vindorkuútbyggingin í Føroyum er ikki komin nóg langt. Meiningin er nevniliga, at avlopsorka frá vindmyllum skal brúkast til at løða hetta battaríið við at pumpa vatn upp aftur í byrgina - also, at vatnið frá byrgdinini kann brúkast fleiri ferðir.
Tí kom nevndarformaðurin í SEV við hesari áheitan fyri tíggju døgum síðani.
Hann vil hava Ígilín D. Strøm at tryggja, at vindorkuútbyggingin gongur skjótari. Men hetta er trupult at tryggja við verani skipan. Tí hvørja ferð, ið byggjast skal út, so forða kærur fyri útbyggingunum. Hetta er nakað, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin í orkumálum hevur upplivað fleiri ferðir.
Altso kærur við vinnuligum áhuga sum grund. Men tað eru eisini aðrar kærur, ið forða grøna orkuskiftinum. Nevniliga kærur við støði í umhvørvislóggávu.
Við royndunum hjá fyrrvendi landsstýrismanninum, so er bara ein varandi loysn, og tað er ein lendisætlan, sum greitt sigur, hvar útbyggingar kunnu vera.