- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taptu við trimum málum
Taptu við trimum málum
Tað eydnaðist ikki føroyska U21-landsliðnum í hondbólti at spæla seg í hálvfinaluna í HM-kappingini í Týsklandi
Mynd: IHF
29.06.2023 - 13:48
Føroyska U21-landsliðið í hondbólti tapti 30-27 fyri Serbia í Berlin fyri løtu síðani. Hálvleiksstøðan var 17-12.
Serliga í fyrra hálvleiki gekk illa hjá føroyska liðnum, men eftir eina trilvandi byrjan í seinna hálvleiki fingu føroyingar fótin fyri seg, og vit sóu nakað av tí góða spælinum, sum føroyska liðið hevur víst fyrr í kappingini.
Men hóast Føroyar fingu minkað munin úr átta málum niður í tvey mál eina løtu, eydnaðist tað ikki av álvara at hótta serbisku leiðsluna.
Sostatt verður tað Serbia, sum skal spæla hálvfinalu, og Føroyar skulu spæla um plássini frá nummar 4 til nummar 8.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV