- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eydnaðist ikki at endurtaka heimabragdið
Tað eydnaðist ikki bestu føroysku flogbóltskvinnunum at vinna á Georgia í Silver League í dag.
Føroyar vunnu annars heimadystin á eysturevropeiska liðnum við trimum settum ímóti einum, men í dag var heimaliðið greitt omaná og vann 3-0.
Fyrstu løtuna í fyrsta setti gekk javnt á, men Georgia vann sær tamarhaldið og stigarmun, sum tær hildu restina av settinum.
Gongdin var lík fyrstu løtuna í 2. setti, tá liðini fylgdust til 4-4. Eftir hetta steðgaði upp, og munurin vaks munandi. Settið endaði heili 25-12 til Georgia.
Georgia legði hart út í triðja settið og kom framum við fýra stigum beinanvegin. Føroyar fótaðu sær nakað í seinnu helvt av settinum, men eingin ivi var kortini um vinnaran.
Fríggjadagin spæla føroysku kvinnurnar síðsta dystin í Silver League á hesum sinni á útivølli ímóti Montenegro.