Grønari og ríkari - um vit fiska makrelin í bretskum sjógvi

Grønari og ríkari - um vit fiska makrelin í bretskum sjógvi
Noreg sleppur at fiska makrel í bretskum sjógvi, men Føroyar megna ikki at fáa nakra avtalu í lag
13.06.2023 - 21:48

Norra sleppur nú at fiska umleið helmingin av síni makrelkvotu í bretskum sjógvi. Føroyar hava enn ikki megnað at fáa nakra avtalu í lag við Bretland. Sambært granskingargrunninum Sjókovanum, hevði tað verið sera gagnligt um vit fiskaðu ein part av okkara makrelkvotu í bretskum sjógvi. 

Metingin hjá Hans Ellefsen, búskaparfrøðingi er tann sama. Ein avtala um makrelfiskiskap við Bretland hevði gjørt okkum ríkari.

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES mælir til at strandalondini ikki fiska meira enn 782.000 av makreli í ár. 


Londini eru samd um talið, men ikki, hvussu nógv tey skulu fáa í part. Tí hava tey ásett sínar egnu kvotur. Eittnú hava Føroyar ásett sær 19,6% av heildarkvotuni.

Men tað merkir so, at londini tilsamans fiska 139% av tí, sum ICES mælir til. Tað er næstan 1,1 millión tons av makreli í ár, 300.000 tons meira enn ICES vera burðardygt. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982