Søkja eftir tveimum demenssamskiparum

Søkja eftir tveimum demenssamskiparum
Førleikakravið er útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, og umsóknarfreistin er til 26. juni.
Størvini eru í Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum, og arbeiðsøkið er Suðurstreymoy.
 
12.06.2023 - 08:24

Søkt verður eftir tveimum landsdemenssamskiparum í nýggj størv, sum byrja 1. august, ella so skjótt til ber. 

Talan er um fulltíðarstørv, tó við møguleika fyri niðursettari arbeiðstíð.

Størvini eru í Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum, og arbeiðsøkið er Suðurstreymoy.

Landsdemenssamskipanin er partur av ætlanini um eitt demensvinarligt samfelag og skal tryggja, at vitan um demens kemur út til fólk við demens, teirra avvarðandi og onnur, sum skulu hjálpa í sambandi við demensin, stendur í starvslýsingini.

Førleikakravið er útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Umsóknarfreistin er til 26. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519