Joel undir Leitinum á odda fyri stórari byggiverkætlan í Saltangará

Joel undir Leitinum á odda fyri stórari byggiverkætlan í Saltangará
Nýggjur nevndarformaður er settur í smápartafelagnum Í Leitinum, sum stendur fyri 450 milliónir krónur dýru byggiverkætlanini, í Leitinum í Saltangará
Í Leitinum er ein risastór byggiverkætlan fyri eina lítla hálva milliard krónur
 
05.06.2023 - 14:43

Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, er skal standa á odda fyri stóru byggiverkætlanin í Leitinum í Saltangará.

Joel undir Leitinum er settur sum nevndarformaður í smápartafelagnum Í Leitinum, sum stendur fyri 450 milliónir krónur dýru byggiverkætlanini, í Leitinum í Saltangará.

Tað veit føroyska Frihedsbrevet at siga.

 

Avloysir Jóhannus Egholm Hansen

Sp/f Í Leitinum er dótturfelag hjá danska felagnum, St. Jørgen Ejendomme, har Jóhannus Egholm Hansen er formaður.

Jóhannus Egholm Hansen hevur eisini verið formaður í smápartafelagnum Í Leitinum, men nú tekur Joel undir Leitinum við tí sessinum. 

Byggiverkætlanin er nógv seinkað. 

Fyrstu 30 íbúðirnar skuldu upprunaliga vera klárar at flyta inn í fyrst í 2024, men ætlanin er nú at byrja at byggja fyri ársskiftið.

 

Vilja styrkja felagið

Sambært Rune Bro Róin, sum er virkin stovnari í St. Jørgen Ejendomme, eru tað broytingar á marknaðinum, sum gera, at byggingin er seinkað.

Han sigur, at formaðurin í felagnum verður skiftur út, fyri at styrkja verkætlanina og at gera hana rótfesta á staðnum.

Vit hava sett okkum í samband við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, og spurt, hvat hann sigur til knappliga formansskiftið í sambandi við stóru byggiverkætlanina - og um hann er tryggur við, at verkætlanin verður framd sum ætlað?

Torbjørn Jacobsen sigur seg onga viðmerking hava til málið, tí kommunan ræður ikki fyri, hvussu privat feløg skipa seg. Í stuttum skrivligum boðum orðar borgarstjórin seg soleiðis:

"Mær vitandi er onki broytt í málinum annars."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342