Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum

Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum
Deyðstíttleikin av krabbameini og hjarta- og æðrasjúkum er javnt stórur hjá mannfólki og konufólki
 
03.06.2023 - 10:05

Nógv færri fólk í Føroyum doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum.

Tað vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni, ið samanber deyðstíttleikan í 2000 og 2021.

Síðani aldarskiftið eru hendar stórar broytingar í deyðiligheitini hjá mannfólki og konufólki. 

Men deyðstíttleikin av krabbameini og hjarta- og æðrasjúkum er javnt stórur hjá mannfólki og konufólki.

Um aldarskiftið vóru hjarta- og æðrasjúkur deyðsorsøkin í 42 prosentum av førunum, men nú eru tær niðri á 25 prosentum.

Hinvegin eru tølini fyri krabbamein óbroytt, tí tey lógu bæði í 2000 og 2021 á 24 prosentum.

Allar aðrar deyðsorsøkir vóru 35 prosent í 2000, men nú eru tær 51 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519