Eingin króna til undirstøðukervi í Eysturoynni

19.11.2023 - 14:54
Innlendis
Eingin króna til undirstøðukervi í Eysturoynni
- At ikki ein einasta króna á løgtingsfíggjarlógini fyri næsta ár er sett av til undirstøðukervið í Eysturoynni, er ein beinleiðis avleiðing av, at Føroyar eru eitt valdømi
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu

Tað sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, sum hevur sent fíggjarnevndini skriv.

Har undrast hann á, at Eysturoyggin skal hava so lága raðfesting, tí hon jú er tann parturin av landinum, ið helst letur mest til felagskassan.

Tórbjørn Jacobsen staðfestir, at skipanin við einum valdømi als ikki hevur givið tað, sum vónir vóru um, tá ið hon varð sett í verk fyri 16 árum síðani.

Tá vóru 19 tingfólk fyri og 13 ímóti, og hann væntar ikki, at tað verður lætt at fáa núsitandi løgting at venda aftur til ta gomlu skipanina.


Oyndarfjarðar- og Funningsfjarðarvegirnir 

Borgarstjórin í Runavík vísir serliga á vegin til Funningsfjørð, sum liggur í hálvum gekki, og vegin til Oyndarfjarðar, sum einki er gjørt við í fleiri ár.

Eisini nevnir hann vegin til Elduvíkar, sum er so illa asfalteraður, at tað nóg illa er koyrandi eftir honum.

Men hóast fíggjarnevndarlimir plaga at duga væl at skava inn undir seg og síni øki, tá ið viðgerðin av fíggjarlógini nærkast endanum, eru vónirnar um nakrar pengar til vegagerð í Eysturoynni sera smáar:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878