- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ónøgd við broytingar í dagstovnaøkinum
05.06.2023 - 18:29
Innlendis
Ónøgd við broytingar í dagstovnaøkinum
Sóljugarður í Sandavági verður vøggustova og Miðgarður í Miðvági verður barnagarður burturav
Hetta stóð í skrivi, sum foreldur í Vága kommunu fingu fríggjadagin, nú starvsfólkatrot fær kommununa at gera bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum.
Hetta merkir, at eftir summarfrítíðina skulu øll vøggustovubørn til Miðvágs, og øll barnagarðsbørn skulu ganga í Sandavági.
Í morgin verður kunnandi fundur fyri foreldrini.
Joan Kristina Olsen er mamma 4-ára gamlan drong, sum nú verður fluttur úr Sandavági til Miðvágs at ganga í barnagarði - hetta hóast familjan býr í Sandavági.
Besta loysnin
Bjarni Prior, borgarstjóri, sigur, at sum støðan er við ov fáum starvsfólkum, so er hetta besta loysnin.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV