- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn er ov tíðliga at siga, hvat tunnilin fer at kosta
25.07.2022 - 17:58
Innlendis›Samfelag
Enn er ov tíðliga at siga, hvat tunnilin fer at kosta
Mourits Joensen, búskaparfrøðingur, hevði framløgu um Suðuroyartunnilin á borgarafundinum leygardagin
Kostnaðarmetingin hjá Landsverki fyri Suðuroyartunnilin, 5,4 milliardir kr., fær fleiri at síggja svart.
Men tað ber ikki til at áseta ein prís fyri Suðuroyartunnilin enn, sigur Mourits Joensen, búskaparfrøðingur, sum hevði framløgu á borgarafundinum á Hovi leygardagin.
Landsverk hevur mett, at Suðuroyartunnlin verður 26 kilometrar langur. Hvør kilometur fer at kosta 138 milliónir kr., og lagt er uppfyri við trimum prosentum um árið.
Haraftrat er eitt váðaískoyti upp á 50 prosent.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV