Suðuroyingar kunnu sjálvir leita eftir avloysaraskipi

02.06.2022 - 09:35
InnlendisSamfelag
Suðuroyingar kunnu sjálvir leita eftir avloysaraskipi
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur eisini eitt tilboð til borgarstjórarnar í Suðuroynni
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslu- og fíggjarmálum.

Suðuroyingar kunnu sjálvir leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður.

Borgarstjórarnir í Suðuroynni góðtaka ikki, at Herjólfur III, sum er komin til landið, skal avloysa Smyril, tá hann fer í dokk seinni í summar.

Myndugleikarnir hava snøgt sagt ikki leitað nóg væl eftir einum avloysaraskipi, eru boðini.

Uni Rasmussen sigur, at eydnast tað at finna eitt annað avloysaraskip, hevur hann eitt tilboð í skjáttuni til borgarstjórararnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Borgarstjórarnir í Suðuroynni eru ímóti, at Herjólfur III, sum er komin til landið, skal avloysa Smyril seinni í summar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209