Visit Faroe Islands: Ov nógv ferðafólk sleppa til Mykinesar

13.05.2022 - 17:40
Innlendis
Visit Faroe Islands: Ov nógv ferðafólk sleppa til Mykinesar
Ferðavinnan í Mykinesi kann ikki rekast á burðardyggan hátt, um ongar avmarkingar eru fyri, hvussu nógv ferðafólk sleppa í oynna
Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari í Visit Faroe Islands

"Mykines druknar í ferðafólki"

Tað var yvirskriftin í oddagrein hjá Dimmalætting í gjár. Blaðið endurgevur ferðavinnuveitarar, sum siga at oyggin verður traðkað niður og at fuglurin órógvast.

Útsagnir, sum menningarleiðarin í Visit Faroe Islands er samdur í.

Útlendsk ferðafólk, sum koma í oynna, skulu gjalda 250 krónur fyri at sleppa út um bøgarðarnar í Mykinesi. Tað eru bøndurnir í Mykinesi, sum umvegis ein grunn umsita avgjaldið.

Men í løtuni er tað trupult at síggja, hvat fólk rinda fyri, heldur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari í Visit Faroe Islands.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008