
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frágreiðing: Staðsetingin av Heilsuskúlanum er ein trupulleiki

Heilsuskúlin í Grønadali í Porkeri er ein fløskuhálsur, nú tørvur er á heilsuhjálparum og heilsurøktarum til vælferðarøkið.
Tað er ein av niðurstøðunum í frágreiðingini um starvsfólkatørv á vælferðarøkinum, sum landsstýrið fekk handað í gjár. Í frágreiðingini verður skotið upp at stovna eina nýggja deild av skúlanum norðan fyri Suðuroyarfjørð.
- Eg taki ikki leiðsluna á Heilsuskúlanum av ræði, um tey eru ímóti hesi ætlan, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, ivast í hugskotinum, men Jógvan Kruse, formaður í eldrasamstarvinum VEKS, heldur, at brúk er fyri eini deild av Heilsuskúlanum norðanfjørðs.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
Jógvan Kruse, borgartjóri og formaður í VEKS.
Sí eisini