![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2022-01-24-11h14m13s943.png?itok=NMKVxN26)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nema fer eisini at bjóða 5G
01.04.2022 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Nema fer eisini at bjóða 5G
Enn er ógreitt, hvør veitari skal byggja nýggja netið hjá Nema
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2022-01-24-11h13m12s854.png?itok=D0zXWLou)
Nema ætlar framvegis at bjóða 5G, men ógreitt er, hvør veitari skal byggja nýggja netið.
Nema ætlar framvegis at bjóða sínum kundum 5G samstundis, ella fyrr enn Føroya Tele ger tað.
Men Nema hevur ikki tikið støðu til, hvør veitari skal byggja 5G-netið.
Tað váttar Gudny Langgard, stjóri, í dag.
Í august í fjør boðaði Føroya Tele frá, at tey valdu svensku fyritøkuna Ericsson at byggja nýggja 5G-netið. Og gongst sum ætlað, fer Føroya Tele at bjóða sínum kundum 5G um ársskiftið.
Hoyr innslag í útvarpinum.
Gudny Langgaard er stjóri í Nema.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV