![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/simun_skaalum.jpg?itok=4hln5AYf)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
5G frá Føroya Tele um ársskiftið
01.04.2022 - 13:05
Innlendis›Samfelag
5G frá Føroya Tele um ársskiftið
Arbeiðið at leggja um til 5G hevur gingið bæði skjótt og væl, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT samskifti.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/jan_ziskasen_stjori_foroya_tele.jpg?itok=wSRfC7Aj)
Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, avmyndaður, tá avtala var gjørd við Ericsson um 5G-netið. Gongst sum ætlað, verður nýggja netið liðugt um ársskiftið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Nú nærkast, til 5G-netið hjá Føroya Tele verður klárt at taka í nýtslu.
Gongst sum ætlað, verður netið hjá Ericsson klárt um ársskiftið.
Í fjør var farið undir skiftið til 5G. Í samstarvi við fyritøkuna Ericsson, verður alt farnetið skift út.
Arbeiðið at leggja um til 5G hevur gingið bæði skjótt og væl, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV