- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stúrir fyri veiðitrýstinum á Føroyabanka
25.03.2022 - 16:10
Innlendis›Samfelag
Stúrir fyri veiðitrýstinum á Føroyabanka
Kunngerðin um størri vinnuligan fiskiskap á Føroyabanka skal eftir ætlan koma í gildi 1. mai.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur
Vinnuligi fiskiskapurin á Føroyabanka verður munandi størri, enn Havstovan mælir til.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at útluta 330 fiskidagar á Føroyabanka. Tað eru 130 fleiri dagar, enn tilmæli frá Havstovuni.
- Vandin er, at veiðitrýstið verður ov stórt, ikki minst tí at stóru línuskipini fáa lutfalsliga nógvar dagar, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.
Kunngerðin um vinnuligan fiskiskap á Føroyabanka skal eftir ætlan koma í gildi 1. mai.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV