![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/20220301-134127-l_53mb.jpg?itok=OQfktGaJ)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
PODDVARP: Flóttafólk til Føroya
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/podvarp_flottarfolk3.jpg?itok=jV2y8oXK)
Nýggjastu tølini frá ST siga, at yvir 1 millión fólk eru flýggjað úr Ukraina. ES heitir nú á limalondini um at brynja seg til fleiri milliónir flóttafólk. Poddurin var bandaður, áðrenn nýggjastu tølini yvir samlaða talið av flóttafólki vóru almenn.
Barbara Holm, journalistur, hyggur nærri upp á avbjóðingina, nú bæði føroyingar og landsstýrið siga seg sinnað at taka móti flóttafólkum úr Ukraina.
Men hvat skal til, fyri at taka móti flóttafólki? Og hvussu gera vit í Føroyum, nú dyrnar verða latnar upp fyri flóttafólkum?
Tikið verður saman um støðuna í Ukraina og meiningarnar um flóttafólk í Føroyum.
Men tosað verður við Bárð Atlason Ísheim, dagliga leiðara í Reyða Krossi Føroyar, um avbjóðingina, at taka móti flóttafólki.
keldur:
Danmarks Radio
Tv2
CBS news
Al Jazeera
ABC News
Sí eisini