- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivast í viljanum at gera Suðuroyartunnil
16.02.2022 - 10:43
Innlendis›Politikkur
Ivast í viljanum at gera Suðuroyartunnil
Formaðurin í fíggjarnevndini gav ilt av sær í tinginum í gjár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
- Samferðslupakkin hjá landsstýrinum er eitt neyðaregg, og tað er óskiljandi, at Suðuroyartunnilin ikki er partur av honum.
Tað segði Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, í tinginum í gjár, tá løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Bjarna Hammer um eykajáttanarlóg til Strandferðsluna.
Erhard Joensen segði, at vantandi langtíðarplanlegging ger, at rentuvøksturin seinastu vikurnar fer at gera Suðuroyartunnilin munandi dýrari.
Og hann setti eisini spurnartekin við, um vilji yvirhøvur er at fara undir tunniln til Suðuroyar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV