- Tíðindi, mentan og ítróttur
Negativa rentan skjótt ein farin tíð
11.02.2022 - 13:55
Innlendis›Pengar
Negativa rentan skjótt ein farin tíð
Tíðin er við at fara frá, at fólk skulu rinda bankanum fyri at eiga pengar á bók, tvs. rinda negativa rentu fyri innistandandi, sigur marknaðarleiðarin í Betri Banka
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Ein greining hjá Nordea væntar, at danski Tjóðbankin fer at hækka rentuna heili tríggjar ferðir í ár.
Og tá ið Tjóðbankin hækkar rentuna, so hækkar rentan í bankunum, eisini fyri innistandandi.
Men fólk, sum eiga pengar á bók, mugu brynja seg við toli, sigur Sverri Justinussen, marknaðarleiðari í Betri Banka.
Negativa rentan
Bankarnir hava tikið pengar frá fólki, sum hava nógv á bók:
Soleiðis ljóðaði í eini lýsing frá Betri banka. Men at noyðast at rinda negativa rentu av innistandandi, hevur øst fólk seinastu árini:
So fyribil mugu fólk býta tað í seg at rinda fyri at eiga pengará bók, sum lýsingin sigur, eitt sindur aftrat
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV