- Tíðindi, mentan og ítróttur
KT-bólkur: Vit eiga eisini at velja talgilt
20.01.2022 - 18:00
Innlendis›Samfelag
KT-bólkur: Vit eiga eisini at velja talgilt
Talgilt val fær týdning fyri sjófólk og tey, sum eru uttanlands, sigur KT-bólkurin í Vakstrarforum.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/atkvodukassi.png?itok=R9RcCvWu)
KT-bólkurin í Vakstrarforum mæli til, at vit fáa eitt valstað aftrat, og tað fer at bera til at velja talgilt.
Mynd: Savnsmynd
Vit eiga at kunna velja talgilt til løgtingsval, kommunuval og fólkatingsval.
Tað heldur bólkurin, sum fyrrapartin legði fram frágreiðing um KT-vinnu.
Hetta skal í fyrsta umfari gera tað lættari hjá sjófólki og teimum, sum arbeiða uttanlands, at velja.
Val er ein fólkaræðisligur veitsludagur, og tað verður ikki í bræði, at valið verður flutt á telduna, sigur Leif Abrahamsen, formaður í KT-bólkinum í Vakstrarforum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV