![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/spenningur_a_halsi-116.jpg?itok=D4PDLNNZ)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin: El-bussar verða dupult so dýrir
10.01.2022 - 12:52
Innlendis›Samfelag
Borgarstjórin: El-bussar verða dupult so dýrir
Nýggjur sáttmáli skal gerast um busskoyringina í høvuðsstaðnum, men spurningurin er, um tað skulu vera diesel- ella el-bussar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/bussleidin_2.jpg?itok=45Ia3ql3)
Bussleiðin í Havn skal næstu árini hava nýggjar bussar, men spurningurin er, um teir skulu vera diesel- ella el-bussar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Tórshavnar býráð ætlar at gera sáttmála við Gundurs Bussar um busskoyringina næstu mongu árini.
Brennandi spurningurin er, um býráðið skal gera sáttmála um diesel-bussar, sum eru í stríð við orkupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu.
Ella um býráðið skal gera sáttmála um teir munandi dýrari - men samstundis grønari - el-bussarnar.
Tjóðveldi í býráðnum heldur tað vera burturvið at gera sáttmála um diesel-bussar.
Heðin Mortensen, borgarsjóri, sigur, at hetta er eisini ein fíggjarligur spurningur, tí el-bussar til Bussleiðina verða tvær ferðir dýrari enn diesel-bussar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV