Útbjóðingartilfar til svimjihøll ikki nóg fullfíggjað

04.01.2022 - 10:49
InnlendisSamfelag
Útbjóðingartilfar til svimjihøll ikki nóg fullfíggjað
Handverksmeistarafelagið boðaði frá, at eingin fór at bjóða upp á arbeiðið at gera svimjihøll í Runavík
Eingin bjóðaði upp á arbeiðið at gera svimjihøll í Runavík, men arbeitt verður við einari loysn, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Útbjóðingartilfarið var ov ógreitt, tá ið svimjihøllin í Runavík varð boðið út herfyri.

Tríggjar føroyskar fyritøkur ætlaðu at bjóða, men stutt fyri, at freistin fór, boðaði Føroya Handverksmeistarafelag frá, at eingin fór at bjóða.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur í stuttari viðmerking, at arbeitt verður í løtuni við einari loysn, og at kommunan samskiftir við onkran. Meira vil hann ikki siga. Hann væntar, at meira verður at frætta í næstum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946