Flutningsfeløg: Prísurin skal niður ímóti 200 krónum hvønn veg

22.12.2021 - 12:52
InnlendisSamfelag
Flutningsfeløg: Prísurin skal niður ímóti 200 krónum hvønn veg
Um flutningsfeløg skulu byrja at brúka Eysturoyartunnilin regluliga, so skal prísurin niður ímóti 200 krónur hvønn vegin
Ov fáir tungir bilar koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, sigur tunnilsstjórin. Ov dýrt, siga fólk innan flutningsvinnuna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum, segði við útvarpið um vikuskiftið, at tað serliga er tann tunga ferðaslan, sum manglar í Eysturoyartunlinum.

Í dag kostar tað 420 krónur at koyra annan vegin við lastbili ella trailara. Við haldi er prísurin 320.

Um ein fyritøka koyrir nógv gjøgnum tunnilin, fær hon eyka avsláttur.

 

Prísurin skal niður móti 200 kr. 

Faroe Ship hevur umleið 18 stórar bilar norðanfjørðs, sum møguliga kundu nýtt tunnilin.

Men prísurin skal niður á 250 krónur hvønn vegin, áðrenn tað verður aktuelt at koyra allar bilarnar gjøgnum Eysturoyartunnilin, sigur Fróði Løkságarð, rakstrarleiðari í Faroe Ship. 

Høj Flutningur, ið er ein fyritøka á Strondum, hevur 12 stórar bilar. Men sum oftast velur fyritøkan at koyra gjøgnum Sundalagið.

Hjá Høj Flutningi skal prísurin niður á 200 krónur hvønn vegin, áðrenn teir umhugsa at koyra allar bilarnar gjøgnum tunnilin, sigur Elias Høj, stjóri og eigari í Høj Flutningi. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Alife Glass um Torus
185757
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Fred Mika um Earth Lux
185756
Hósdag 16. januar
Mono - Ein sangferð í Europa (2:5)
186410
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323