Prísurin skal lækka: Tunnilsfelagið fær ferðafrádráttin

10.12.2021 - 16:21
InnlendisPolitikkur
Prísurin skal lækka: Tunnilsfelagið fær ferðafrádráttin
Landið fer at játta Eystur- og Sandoyartunlum 35 mió. kr. til raksturin
Eysturoyartunnilin fær 35 mió. kr. frá landinum til raksturin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Eysturoyartunnilin hevur hall, og tí er neyðugt, at landið játtar 35 milliónir kr. til raksturin av tunlinum næsta ár.

Samstundis verður ferðafrádrátturin í tunlinum tikin av, og í staðin latin felagnum, so prísirnir kunnu lækka.

Talan er um sjey milliónir kr.

- Tað fer at gera mun, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlum.

Bensin og diesel hækkar

Landsstýrisð ætlar at hækka prísin á bensini og á dieseli við 13 oyrum fyri liturin, og vegskatturin á persónbilum fer at hækka 300 kr. um árið.

Tað skal geva 25 milliónir kr. í inntøkum, upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá hann legði samferðslupakkan fram í dag.

Ferðafrádrátturin fyri í ár verður ikki broyttur, segði landsstýrismaðurin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum, á tíðindafundi í Tinganesi fyrrapartin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008