- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærin krevur fongulsrevsing upp í hálvt fjórða ár
09.12.2021 - 14:40
Innlendis›112
Ákærin krevur fongulsrevsing upp í hálvt fjórða ár
Dómur fellur í kvøld ella í morgin

Í dag er dómsviðgerð í Føroya rætti í málinum um hóttan og frælsistøku.
Í dag er dómsviðgerð í rættarmálinum um hóttanir og frælsistøkur, sum byrjaði mánadagin.
Ein dani og fýra føroyskir menn, allir í 20-unum og 30-unum, eru ákærdir fyri at hótta ein mann við at drepa hann og dóttur hansara, og eisini í tveimum førum fyri frælsistøku av manninum.
Ákærin krevur, at teir ákærdu fáa fongsulsrevsing millum átta mánaðir og trý ár og seks mánaðir.
Dómur fellur í kvøld ella í morgin.
Hoyr Frants Jensen greiða frá úr rættinum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV