- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólk hava rindað 30 mió. kr. fyri koronukanningar
26.11.2021 - 11:32
Innlendis›Politikkur
Ferðafólk hava rindað 30 mió. kr. fyri koronukanningar
Í løtuni verða seks prosent av ferðafólkunum kannað við markið, og landskassin rindar fyri kanningarnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Tað spardi landskassanum góðar 30 milliónir krónur, at ferðafólk í fjør og fyrstu átta mánaðirnar í ár sjálvi rindaðu fyri koronukanningar við markið.
Tað upplýsti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum í gjár, tá hann svaraði fyrispurningi frá Beintu Løe, løgtingskvinnu.
Í dag eru tað bara tey, sum ikki hava koronupass, ið skulu kannast við markið. Nú er tað landið, sum rindar fyri kanningarnar, og ikki ferðafólkini sjálvi.
Í løtuni eru tað bara seks prosent av ferðafólkunum, sum verða kannað við markið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV