
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogskiparafelagið undrast á starvssetan í AA

Flogskiparafelagið undrast á, at fýra stýrimenn við færri royndum og nærum ongum starvsaldri eru settir í starv hjá Atlantsflogi.
Teir 17 uppsøgdu flogskipararnir í Atlantsflogi sluppu ikki tilsetanarsamrøðu, tá flogfelagið søkti eftir stýrimonnum herfyri.
Stýrimenninir, sum eru settir, hava starvast í flogfelagnum fyrr.
19 flogskiparar vóru sagdir úr starvi á sumri í fjør, men tveir teirra fingu seinni starvið aftur.
Rúni Højgaard, formaður í Flogskiparafelagnum, heldur, at Atlantsflog í hesum føri hevur ikki virt trúfesti, drúgvan starvsaldur og royndir.
Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, vissar um, at setanartilgongdin er farin rætt fram. Atlantsflog heldur seg til altjóða krøv, sum verða sett, sigur hann.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Niels Mortensen er nevndarformaður í Atlantsflogi.
Sí eisini