Ætlar at vera sjónligur í stjórastarvinum

28.10.2021 - 12:57
InnlendisSamfelag
Ætlar at vera sjónligur í stjórastarvinum
Ben Arabo tekur við sum stjóri í Framtaki eftir Niels Dann West
Ben Arabo er nýggjur stjóri í Framtaki. Hann tekur við starvinum mánadagin.

Ben Arabo er settur sum nýggjur stjóri í Framtaki

Hann skal standa á odda fyri grunninum, sum eitt nú eigur í granskingarstovninum Inova, P/F Skansa Offshore og Guðrun & Guðrun.

Ben Arabo er búskaparfrøðingur og hevur nógvar ymsar leiðsluroyndir, bæði í Føroyum og uttanlands.

Hann tekur við starvinum mánadagin, 1. november eftir Niels Dann West, sum leggur frá sær fyri aldur.

Niels Dann West hevur verið stjóri, síðani Framtak var sett á stovn í 1994.

Ben Arabo sigur, at hann ætlar at vera sjónligur í stjórastarvinum í Framtaki.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Ben Arabo í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109