- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fámjingar fegnast: Nú kemur tunnilin
28.10.2021 - 18:02
Innlendis›Politikkur
Fámjingar fegnast: Nú kemur tunnilin
Fløgg eru vundin á stong í Fámjin í dag

Løgtingið hevur endaliga samtykt at gera tunnil til Fámjins.
Fámjingar eru ovurfegnir í dag.
Tí fyrrapartin samtykti løgtingið endaliga, at tunnil skal gerast millum Ørðavík og Fámjin.
Málið var einmælt samtykt.
Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, sigur, at hetta er ein stórur dagur fyri bygdina, tí tað hevur verið eitt eljustríð at fáa tunnilin raðfestan.
Og nú tunnilin umsíðir er samtyktur, eru fløgg vundin á stong í Fámjin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV