- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona var leys í KÍ-høllini í gjár
25.10.2021 - 17:20
Innlendis›Heilsa
Korona var leys í KÍ-høllini í gjár
Øll, sum vóru í KÍ-høllin til hondbóltsdystin millum Stjørnuna og Neistan í gjár, skulu kanna seg fyri koronu, tí ein leikari hjá Stjørnuni hevði smittuna, sigur forkvinna

Øll, sum vóru í KÍ-høllini til dystin millum Stjørnuna og Neistan, eiga at kanna seg fyri koronu, heldur forkvinna í Stjørnuni
Mynd: shutterstock.com
Hondbóltsfelagið Stjørnan heitir á øll, sum vóru í KÍ-høllini til hondbóltsdystin millum Stjørnuna og Neistan í gjár, um at kanna seg fyri koronu, tí ein leikari hjá Stjørnuni hevur fingið staðfest koronu.
Tað váttar Súsanna Lydersen, forkvinna í Stjørnuni.
Eini 70 áskoðarar hugdu eftir dystinum í gjár og 20 spælarar í hvørjum hópi.
Leikararnir hava nú fingið boð um at kanna seg fyri koronu í dag, sigur forkvinnan í Stjørnuni.
Flestu feløgini, sum hava barna- og ungdómsvenjingar í KÍ-høllini hava avlýst venjingarnar næstu dagarnar.
Stjørnan hevur dyst longu mikukvøldið móti StíF, og sunnudagin verður dystur í Suðuroy móti VB.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV