- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bispur: "Fara at stýra kirkjuni lokalt"

Koronasmittan ger aftur um seg í Føroyoum, og nú eru smittutølini methøg.
Hetta ávirkar eisini kirkjuna, váttar Jógvan Fríðriksson, bispur.
Fólkakirkjan hevur gjørt leiðreglur, og millum annað verður mælt til at doypa børn uttan fyri vanliga kirkjutíð.
Leiðslan í fólkakirkjuni hevur samskift við læknafrøðiliga myndugleikan.
Børn og ung smittað
Serliga børn og ung eru smittað, so tað krevst at vera sera varin, tá barnadópur er.
Hetta er galdandi restina av oktober og allan november mánað.
Fólkakirkjan fer at fylgja leistinum, sum landsstýrið í gjárkvøldið setti út í kortið, at átøk og tilmæli verða lokal, har smittan er størst.
Prestar kunn ráðføra seg við leiðsluna
Sóknarpresturin í øki, har smittan er stór, kann ráðføra seg við leiðsluna, sum so tosar við læknafrøðiliga myndugleikan.
Er støðan hóttandi, kann leiðslan mæla til, at eisini gudstænastan verður avlýst.
Yvirskipað heldur leiðslan í fólkakirkjuni tað vera ráðiligt, at gudstænasturnar verða hildnar við tí varsemi og teimum serligu fyrilitum, sum vit kenna, tey eru til dømis frástøða og reinføri.
Sí eisini
