- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flestu limirnir eru í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi
Øgiliga ymiskt er í prestagjøldunum, hvussu nógv fólk eru limir í fólkakirkjuni.
Í Norðoyggjum eru góð 60 prosent limir, 61,4 prosent av fólkinum í eystara prestagjaldi og 61,1 prosent í vestara prestagjaldi.
Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi eru 90 prosent av fólkinum í fólkakirkjuni.
Annars er talið millum 71,6 prosent á Glyvrum til 88,6 prosent í Vágum.
41.857 limir tilsamans
41.857 limir eru nú í fólkakirkjuni, skrivar Hagstovan. Í fjør vóru 41.601 fólk í fólkakirkjuni.
Í ár eru 78 prosent av fólkinum í Føroyum í fólkakirkjuni.
Í fjør vóru 78,6 prosent av fólkinum í Føroyum í fólkakirkjuni.
Fyri 20 árum síðani vóru 84,3 prosent í fólkakirkjuni.
61 kirkjur eru í Føroyum og 26 prestar. 16 prestagjøld eru.