- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið roynir at demma fyri koronusmittuni lokalt
24.10.2021 - 18:29
Innlendis›Heilsa
Landsstýrið roynir at demma fyri koronusmittuni lokalt
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík og Miðnám á Kambsdali verða stongdir, og mælt verður frá at savna fólk kring landið

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Landsstýri hevur seinnapartin sitið á fundi fyri at umrøða støðuna, nú smittutølini við korona økjast í stórum.
Støðan er íkomin í kjalavørrinum av mongu koronatilburðunum síðstu dagarnar.
Bara í gjár vórðu 89 korona-tilburðir staðfestir.
Harvið kom samlaða talið av smittaðum í Føroyum upp á 216. So nógv fólk í Føroyum hava ongantíð fyrr havt korona í senn.
Smittan er serliga í Norðoyggjum og í Eystur kommunu, og tískil verða Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík og Miðnám á Kamsdali stongdir.
Hoyr samrøðuna við Bárð á Steig Nielsen, løgmann.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV