- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantic Airways sleppur eisini kravinum um munnbind
20.10.2021 - 12:46
Innlendis›Samfelag
Atlantic Airways sleppur eisini kravinum um munnbind
Frá 1. november er einki krav um munnbind umborð á flogførum hjá Atlantsflogi. Tað váttar Jóhanna á Bergi, stjóri

Frá 1. november verður ikki neyðugt at vera í munnbindi umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / savnsmynd
Fyrr í vikuni boðaði SAS frá, at tey sleppa kravinum um munnbind í flogførunum, eisini á Føroyaleiðini.
Atlantsflog hevur nú tikið avgerð um at gera tað sama.
Smittuvandin er ikki stórur umborð á flogførum, sigur Lars Fodggaard Møller, landslækni.
Tað er hinvegin ein trupulleiki, at bara fimti hvør letur seg kanna annan dagin eftir at tey eru komin til landið.
HOYR INNSLAGIÐ, IÐ VAR Í ÚTVARPSTÍÐINDUNUM.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV