Eysturoyartunnilin kostar skattgjaldaranum 900.000 kr. um vikuna

19.10.2021 - 18:10
InnlendisSamfelag
Eysturoyartunnilin kostar skattgjaldaranum 900.000 kr. um vikuna
900.000 krónur renna úr landskassanum og niður í Eysturoyartunnilin um vikuna, fyri at tunnilsfelagið skal kunna svara hvørjum sítt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Um onkur munagóð loysn ikki verður funnin, sum kann økja ferðsluna í Eysturoyartunlinum, so fer tunnilin at kosta føroyska skattgjaldaranum 47 milliónir krónur hetta fyrsta árið, hann hevur verið opin.

Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri.

Við verandi ferðslu í tunlinum, so mangla 900.000 krónur hvørja vikua á botnlinjuni hjá tunnilsfelagnum, um tað skal megna svara hvørjum sítt, váttar stjórin.

 

Miðalferðslan vekstur spakuliga

Miðalferðslan í Eysturoyartunlinum veksur støðugt, men spakuliga, vísa hagtøl á heimasíðuni tunnil.fo.

September er besti mánaður higartil. Tá koyrdu 4.755 bilar gjøgnum tunnilin - tað eru 255 bilar fleiri samanborið við august í ár.

Landið hevur tryggjað felagnum, at inntøkurnar vera tær, sum svara til stívliga 6.000 bilar um dagin.

 

Ongar ætlanir um at lækka prísin

Hóast tunnilsfelagið manglar 900.000 krónur um vikuna á botnlinjuni, fyri at fáa raksturin at mala runt, so hevur felagið ongar ætlanir um at lækka prísin at koyra gjøgnum tunnilin, sigur Teitur Samuelsen. 

"Nei, tað liggur ikki í kortunum beint nú. Vit kunnu gott lækka prísin og fáa fleiri bilar at koyra, men vit fáa ikki fleiri pengar í kassan." 

"

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008