- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrarøktarfrøðingar rýma frá eldraøkinum
18.10.2021 - 16:00
Innlendis›Heilsa
Sjúkrarøktarfrøðingar rýma frá eldraøkinum
Stóra trotið á arbeiðsmegi á eldraøkinum, fær limir í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum at leita eftir øðrum avbjóðingum
Fróðskaparsetrið fer nú at taka lesandi inn til tveir sjúkrarøktarfrøðiflokkar. Umframt upptøku um summarhálvuna, verður eisini upptøka til vetrarhálvuna.
Hetta er gleðiligt, men hjálpir ikki stóra trupulleikanum, sum er innan heilsuøkið í løtuni, sigur forkvinnan í Sjúkrarøktarfrøðifelag Føroya, Óluvu í Gong.
Júst innan eldraøkið er stórt trot á arbeiðsmegi. Eitt nú er tørvur á fimm starvsfólkum í heiminum á Grønanesi í Vestmanna.
Leiðarin á heiminum á Grønanesi í Vestmanna, segði soleiðis í Degi og Viku, fyrr í vikuni.
Sambært forkvinnuni í sjúkrarøktarfelagnum, Óluvu í Gong, so fær trotið á arbeiðsmegi teirra limir at søkja vekk frá eldraøkinum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV