- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar fáa bjóðað triðja og kanska fjórða prikið
18.10.2021 - 14:11
Innlendis›Heilsa
Føroyingar fáa bjóðað triðja og kanska fjórða prikið
Allir føroyingar fáa helst tilboð um at fáa triðju prikið fyri koronu, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Tað koma fleiri prik, væntar hann

Fólk í vandabólki og búfólk á røktarheimum hava fingið bjóðað triðja prikið.
Og tað verður helst víðkað til, at øll fáa tilboð um triðja prikið, sigur landslækni, Lars Fodgaard Møller.
Koppsetingarbólkurin hevur fund í morgin, har málið verður viðgjørt.
Higartil hevur umleið 70 prosent av fólkatalinum fingið seinna prikið.
Landslæknin væntar, at fólk eisini fara at taka móti tilboðnum um triðja prikið.
Hann sigur tó eisini, at triðja prikið møguliga ikki verður tað seinasta.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV