- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bensinprísurin ikki verið so høgur síðani 2012
Oljuprísurin er nógv ávirkaður av, at lond hava latið uppaftur eftir koronufarsóttina.
Orsøkin er, at eftirspurningurin eftir olju er nógv øktur síðani koronufarsóttina, meðan útboðið stendur í stað. Hetta ger, at eisini oljuprísirnir í Føroyum fara uppeftir, sigur Leif Hovgaard, sølustjóri í Magn.
Í løtuni kostar ein litur av bensini 11 krónur í Magn.
Leif Hovgaard sigur, tað vera torført at sammeta við onnur ár, men í 2014 kostaði bensinið 10,89 krónur fyri liturin, í 2012 kom bensinið upp á 11,65 krónur fyri liturin, og støðan var nakað tann sama í 2008.
- Vanligt er, at tá oljuprísurin fer upp, fellur dollarin, men soleiðis er ikki í hesum føri. Virðið á amerikanska dollaranum er nevniliga óvanliga høgt. Dollarin er nógv hægri nú, enn hann var í 2014 og í 2012, og hetta hevur týðandi ávirkan á bensinprísirnar, vit síggja her í Føroyum, sigur Leif Hovgaard, sølustjóri í Magn.
HOYR SAMRØÐUNA VIÐ LEIF HOVGAARD Í ÚTVARPINUM.
Sí eisini