Brenna springaraspik á Hagaleiti

14.09.2021 - 18:01
InnlendisSamfelag
Brenna springaraspik á Hagaleiti
Spikið endar í ovninum hjá IRF
Springaraspikið endar í ovninum á Hagaleiti.

IRF fer at brenna spikið av springarunum, sum løgdu beinini í Skálafirði fyrradagin.

Sunnukvøldið vórðu 1423 springarnar hildnir til á Skálafjørðinum.

Men nú alt er skorið upp, skal burturkastið burturbeinast. Rovini verða sleipað til havs, men spikið flotnar, og tí verður tað í staðin brent á brennistøðini hjá IRF.

Hoyr samrøðu við Poul Andrias Joensen, stjóra í IRF, í útvarpstíðindunum.


Poul Andrias Joensen er stjóri á brennistøðini hjá IRF.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050